Álítandi flutningstænastur síðan 1959
Í 1959 Keypti Hans Egil Joensen, sín fyrsta lastbil. Ein Morris lastbil við krana sum lyfti 900 kg og sum lastaði 2 t.
Hans Egil Joensen & Synir er millum størstu flutningsfyritøkum í Føroyum. Virksemi felagsins byrjaði í 1959 og hevur øll árini veitt dygga tænastu til føroyska vinnulívið. Fyritøkan hevur í dag 9 lastbilar og 3 gravmaskinir. Vit taka okkum av m.a. kranakoyring, grótkoyring, bingjukoyring, fiskaflutningi, maskinkoyring og útgrevstri.