Grein í Sosialinum

2009-02-07

Trý ættarlið av bilførarum
- Eg havi ikki roynt nakað annað, so eg veit ikki um nakað betur, er svarið Tummas Súni Joensen kemur við, tá hann verður spurdur, um hann ikki hevði havt hug til at royna okkurt annað. Tummas Súni er partur av triðja ættarliðnum av truckarum hjá P/F Hans Egil Joensen og synir

 Uppi á Grind á Eiði stendur ein maður og hyggur at einum gomlum grønum Austin lastbili. Hann prátar eitt sindur meðan vit bíða eftir hinum fýra, Sosialurin hevur avtalu við.
Síðani koma teir, ein fyri og annar eftir. Menninir eru Hans Egil Joensen, Jóhan Kallsoy Joensen, Trúgvi Kallsoy Joensen og Hans Egil Trúgvason Joensen. Prátið um leyst og fast heldur fram til seinasti maðurin, Tummas Súni Joensen, kemur út úr smiðjuni.
At teir allir eita Joensen er ikki av tilvild. Teir eru allir í familju, og til felags hava teir, at teir allir arbeiða í familjufyritøkuni, Hans Egil Joensen og synir. Hóast fyritøkan eitur Hans Egili Joensen og synir, eru teir seinast nevndu, Tummas Súni og Hans Egil yngri, abbasynir hjá 70 ára gamla Hans Egili Joensen, sum hóast sín aldur arbeiðir hvønn dag.
- Man kan ikke lave pæne billeder af grimme skorter, er tað fyrsta Hans Egil eldri sigur, tá tosað verður um at taka eina mynd av teimum øllum. Men myndirnar verða tiknar og prátið flutt inn á loftið í smiðjuni, teir hava uppi á Grind, sum tað verður kallað.

 

Fyrstu árini
- Eg keypti fyrsta bilin í 1959, tað var ein Morris við 63 hestum, og hann hevði eisini krana. Grøni bilurin uttanfyri er júst sum hann, men tað er ein Austin. Áðrenn eg keypti bilin, sigldi eg í Grønlandi, men eg hoyrdi at tað fór at vera okkurt at gera. Vit gjørdu veg til Gjáar og Loranstøðin á Eiði skuldi eisini gerast. Fyrsta bilin hevði eg til í 1961, tá eg skifti bilin út, greiðir Hans Egil frá.
- Eg hevði koyrikort til bil, men onki krav var um koyrikort til stórar bilar. Lógarkravið kom eini tíggju ár aftaná, men tey góvu mær bara koyrikortið.
Frá 1966 var ikki so nógv virksemi innan flutningvinnu, so Hans Egil fór at rógva út, umframt at koyra bil.
Synirnir, sum eru við hetta kvøldið, Jóhan og Trúgvi, byrjaðu at hjálpa til, so skjótt teir megnaðu, og byrjaðu fast í 1982, tá teir báðir vóru lidnir við skúlan og høvdu verið nakrar túrar til skips.
- Ein dagin í 1971 vóru bilurin og sjey ára gamli Trúgvi burtur, og sama dag spurdi onkur meg um Trúgvi hevði fingið koyrikort, flennir Hans Egil, tá hann greiðir frá, hvussu grammir synirnir vóru at arbeiða við bilum.

 

Fram til 1998
Í 1980unum keyptu teir fleiri bilar, og tá var, sum hjá teimum flestu í flutningsvinnuni, ov mikið at gera.
- Vit arbeiddu meira enn 12 tímar um dagin, og tað gav væl. Tað er kanska tí, eg ikki skilji, at menninir byrja at hyggja at klokkuni klokkan 16, sigur Jóhan Joensen.
Í endanum av 80unum og í byrjanini av 90unum, gjørdist tað hjá teimum flestu, torført at hava virksemi, og í eitt tíðarbil í 90unum, høvdu teir bara 3 bilar.
- Alt vendi, tá Edmund bleiv løgmaður, og tað kann gott skrivast, sigur Trúgvi flennandi, og letur ongan iva vera um, hvar hendan familjufyritøkan stendur politiskt.
Í 1989 var fyritøkan eisini skipað í partafelag, og síðani tá er Hans Egil eisini farin frá sum stjóri. Tó megna synirnir og Hans Egil illa at semjast um nær hann fór frá, men at enda blíva teir samdir um árið 1998, tá Trúgvi gjørdist nevndarformaður og Jóhan stjóri.

 

Triðja ættarlið
Í 1998, tá abbin fór frá sum stjóri, hevði 21 ára gamli Tummas Súni Joensen longu fingið sín fyrsta lønarseðil frá fyritøkuni, og hann sigur seg minnast, at hann sum 6 ára gamal var við til at krøkja í og úr, tá teir landaðu onkrar bátar. Hans Egil Trúgvason Joensen, hevur eisini hjálpt til leingi.
Tummas Súni, hevur síðani tíggjunda flokk arbeitt fulla tíð í felagnum, og koyrt síðani hann fekk koyrikortið. Hans Egil yngri hevur verið fast í fyritøkuni í umleið eitt ár.
- Eg havi ikki roynt nakað annað, so eg veit ikki um nakað er betur, er svarið Tummas Súni kemur við, tá hann verður spurdur, um hann ikki hevði havt hug at royna okkurt annað.

 

HEJ á Trucker Festivali
Fyri nøkrum árum síðani, vunnu Hans Egil Joensen og synir tvey steyp og eina medalju á festivalinum, men teir halda at størsta grundin til, at teir vunnu, var at teir bjóðaðu øllum á økinum pylsur. Men hesi steyp syrgdu fyri, at teir sama ár vóru við í starvsfólkablaðnum hjá Volvo í Svøríki. Hetta kom í lag á eini vitjan teir gjørdu á verksmíðjuni hjá Volvo.
- Vit eru ikki bara við fyri at kappast. Vit eru mest við, tí tað er stuttligt og hugnaligt. Í ár taka vit av okkara 11 bilium, einar tríggjar við á festivalin, tí vit fáa ikki tíð til at vaska so nógvar, og vit hava eisini annað at gera, greiðir Tummas Súni frá.
Eisini eru teir fegnir um, at festivalurin er fluttur til Klaksvíkar, tí teir meta býin vera so nógv hugnaligari enn Runavíkina.