Arbeiði við Streymnes

2009-11-08


Arbeiði við Streymnes

Vit hava fingið arbeiði at gera kanalysering í Streymnesi.
Arbeiði umfatar í høvudsheitinum at gera eina koyribreyt afturat, so ferðslan kann koyra ótarnað, sjálvt um bilar svinga inn til Streymnes.
Eisini skulu nýggjar innkoyringar gerast, og gongutunnilin leingjast. Gøtuljós skulu somuleiðis setast upp.
Arbeiði hevur higartil gingið eftir ætlan, og okkara partur skal verða liðugur til fyrst í desembur.
Myndir frá arbeiðinum kunnu síggjast her.