Tveir Bilar Seldir

2010-03-27


Tveir Bilar Seldir

Vit hava selt tveir av okkara bilum til Faroe Ship. Talan er um tann stóra kranabilin, sum Gunleif hevur koyrt, og tann bert 2 ára gamal FH16 trekkjaran, ið Tummas Súni hevur verið førari á.
“Vit fingu eitt brúkiligt tilboð”, sigur Jóhan. Víðari sigur hann: “Kranabilurin var blivin nakað lítil til dagsins uppgávur. Vit hildu at vit høvdu brúk fyri einum størri krana, og tá møguleikin fyri at sleppa av við hendan tók seg upp, ivaðust vit ikki, men tóku av tilboðnum”
Trekkjarin hevur ikki haft nokk at gera síðstu tíðina. Tí valdu vit at selja hann eisini.