Risin komin til landið

2010-03-29

Risin komin til landið

Tá Norrøna kom á Havnina Mánadagin 22. mars, var ein Volvo lastbilur við. Eigarin av hesum bili, er Hans Egil Joensen & Synir.
Vit hava keypt hendan kranabilin í staðin fyri tann sum vit júst hava selt til Faroe Ship. Hesin, ið er ein trekkjari, hevur ein væl størri krana enn tann gamli, og so er hann eisini nøkur ár yngri.
Kranin, ið er ein Palfinger PK100002, kann lyfta upp til 25 tons og røkkur út til 17,2 metur, har hann lyftir meir enn 4 tons. Hartil hava vit ein flyjib, ið kann monterast á kranan, sum ger at longdin blívur yvir 30 metur.
Til kranan hava vit eisini skaffa okkum eitt 10 tons lyftiok, og hópin av lyftiútgerð.
Við í keypinum er eisini ein trailari, ið er væl egnaður til tunga koyring, so sum flyting av maskinum og annað. Eisini kann trailarin leingjast, so at hann fær eina koblingslongd uppá 14,6 metur.
Bilurin, sum er ein Volvo FM12 460, hevur longu fingið navn, og sum tað eisini stendur á nummarplátuni, so eitur bilurin RISIN!