Um Hans Egil Joensen & Synir

Søga  Hans Egil Joensen.
Í 1959 Keypti Hans Egil Joensen ,sín fyrsta lastbil.
Hetta var ein Morris Lastbilur við krana sum lyfti 900 kg og sum lastaði uml. 2 tons.
Hans Egil fór til skips 14 ára gamal, hann sigldi í 7 ár , men hugsaði um at sleppa upp á land at arbeiða, hevði hoyrt um at ein loranstøð skuldi gerast á Eiði og eisini var vegurin til Funnings og Gjáar í gerð.
 Hesin fyrsti bilurin hevði bensinmotor,var dýrur í rakstri,bleiv seldur aftaná 1 ár.
Tann næsti hevði dieselmotor og ein Tico krana sum lyfti 1100 kg. Hesin varð brúktur í 5 ár.
Arbeiði tey fyrstu árini var umframt vegarbeiði, eisini at koyra torv heim til hús, seta rottangar niður,sum jú skuldu í hvørt hús frá síðst í fimti árunum til mitt í seksti árunum tá hvørt hús hevði fingið W C..

Í 1967 bleiv stór broyting í tá Sundaferjan kom so nú slapst fyri fyrstu longur enn teir 14 km til Gjáar og 15 km til Oyrar. Koyrt bleiv serliga slógv til Fuglafjarðar til Havsbrún sum júst varð opnað tá, onkur túrur varð eisini til Havnar eftir Oyggjarvegnum, sum eisini bleiv opnaður fyri ferðslu í 1967
Tann triði bilurin sum bleiv keyptur i 1967 var eisini Morris.  Tað var litið at gera frá 1964 og heilt til 1971 tá farið var undir at gera vegin til Oyrar, eisini var tað fyrsta grótkasti gjørt um somu tíð.

Í 1967 var fjórði bilurin keyptur, hetta var ein Leyland sum eisini var keyptur frá Sigurd av Reyni eins og allir hinir.Longu í 1974 bleiv hesin bilurin seldur til Hermann Mørkøre sum tá byrjaði við Løvubetong. Frammanundan hevði hann stoypt septiktangar og rør sum skuldu í hvørt hús upp ígjøgnum 1960 árini
Ì 1974 bleiv aftur ein Leyland keyptur ,hetta var tann fyrsti bilurin við 3 akslum,hesin bleiv seldur´1977 tá uppaftur ein Leyland bleiv keyptur. Hesin bleiv brúktur til 1982, tá hann bleiv seldur.

Ì 1982 kom broyting í tá komu synirnir Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen uppí, samstundis sum ein bilur bleiv keyptur afturat, hetta bleiv tann fyrsti Volvo bilurin.
Hetta varð ein stórur bilur eftir tátíðar metið 4 akslar og 25 t/m krana, og 385 hesta motor.
Hann bleiv mest brúktur til at koyra og seta elementir upp  frá Gjógv upp runt um landið.
í 1984  vaks virksemið sera skjótt ,og tá komu tveir bilar afturat ein kranabilur við 12 t/m krana,og ein dumpari Í 1985 tá SEV byrjaði uppá Eiði 1 komu tveir níggjir bilar afturat.Í 1986 bleiv ein nýggjur kranabilur  keyptur við
34 t/m krana,í 1987 bleiv ein nýggjur FL 10 við 12 t/m Hiab krana,so í 1987 vóru 6  bilar. Eftir 1988 byrjaði virksemið at minka spakuliga at minka, tveir bilar blivu seldir í 1988. Frá 1989 og árini frameftir minkaði arbeiði allatíðina , tað ringasta árið var 1994 ,árini 1992 1993 og 1994var arbeiði bara til einar 2 av teimum 4 bilunum sum eftir vóru. Frá 1986 til 1994 minkaði umsetningurin heili 80%. 1995 byrjaði spakuliga at ganga framá, síðani hevur gingið framá við onkrum smærri bakkøstum á vegnum, nú er umsetningurin 10 ferðir størri enn í 1994.
Í1997 vóru verandi bilar blivnir gamlir og ein stór útskifting stóð fyri framman
.Tey komandi árini blivu nógvir útskiftir ,mest við nýggjari gamlar.
 Í 1997 bleiv ein 10 ára gamal Volvo keyptur úr Danmark og ein níggjur Palfinger krani uppá 25 t/m settur uppá.
1998 blivu tveir  Volvo F12  4 og 6 ára gamlir keyptir sum nýggjir Palfinger kranar settir uppá annar 19 t/m og hin  54 t/m..
Ì 1999 varð ein 10 ára gamal Volvo keyptur úr Danmark.
Í 1999 varð ein Scania við kassa keyptur brúktur úr Føroyum
Í 2000 bleiv tann fyrsti trailarin keyptur brúktur úr Danmark
Ì 2000 var hildið ráðiligt at keypa ein nýggjan bil, tann fyrsta nýggja bilin í 13 ár.
Tað bleiv ein Volvo FH 12 við níggjum 54 t/m Palfinger krana.
Í 2001 ein Scania við kassa
Í 2003 bleiv ein níggjur 4 akslaður Volvo Fh 12 við weireheis keyptur
Í 2004 ein níggjur trailari Volvo FH 12 keyptur, tann gamli seldur.
Í 2005ein brúktur 12 ára gamal Volvo F 12 úr Hollandi við weireheis keyptur.
Í 2006 ein brúktur 4 ára gamal Volvo FH12 Við gardinlast og anhengara,
Í 2006 ein brúktur 8 ára gamal Volvo FH12 úr hollandi við weireheis
Í 2006 ein Volvo FH12 5 ára gamal úr Danmark við níggjum 36 tons/m Palfinger krana
Í 2006 ein F 10 14 ár við kølikassa úr Danmark.
Í 2007 ein níggjur Volvo FH 16 660  4 akslaður við weireheis.
Í 2007 ein níggjur Volvo FH 16 660 trailari.